Roknskaparfólk til fíggjardeildina
GlobeTracker
Tórshavn, Faroe Islands
Posted on Feb 4, 2026
Job Description
Starvslýsing
Virksemi okkara veksur og vit leita tí eftir einum nærløgdum, skipaðum og ábyrgdarfullum starvsfólki til fíggjardeild okkara.
Talan er um eitt fulltíðarstarv. Tó kann avtala gerast um aðra starvstíð eftir ynski. Staðsetingin er høvuðsskrivstovan í Tórshavn.
Uppgávur
Uppgávurnar eru allar dagliga fyrikomandi uppgávur á eini fíggjardeild, herundir:
- Leypandi dagføring av inngangandi fakturaskipanini.
- Fakturering og skuldarabókhald.
- Lønarumsiting.
- Uppseta greiningar og leiðslurapporteringar.
- Aðrar vanligar roknskaparuppgávur.
Førleikakrøv
Vit leita eftir einum fólki, ið hevur:
- Royndir í roknskapi frá fíggjardeild ella grannskoðarafyritøku.
- Førleikar at nýta Business Central, ella aðra líknandi fíggjarskipan.
- Førleikar at samskifta á enskum í skrift og talu.
Løn og setanartreytir annars sambært avtalu. Um spurningar eru kunnu tit venda tykkum til Heina Thomsen, fíggjarstjóra tlf 754707 ella teldupost heini.thomsen@globetracker.com
Freistin at søkja er 18. februar 2026, og starvið verður sett skjótast gjørligt.
Um Globe Tracker
Globe Tracker mennir og marknaðarførðir telematics loysnir til altjóða flutningsvinnuna. Kundar okkara eru flutningsfyritøkur, bingjuframleiðarar og leasing fyritøkur uttanlands. Inntøkurnar stava frá sølu av hardware og inntøkunum frá dataflutningi um okkara infrastruktur og data portalar. Í Globe Tracker samtakinum starvast uml. 50 fólk harav 17 á høvuðsskrivstovuni í Føroyum. Harumframt hava vit deildir í Íslandi, Hollandi, Bulgaria, Florida, Singapore og Chile.
Søk niðanfyri